Eldri føroysk kvæði



Yvirlit yvir eldri føroysk kvæði

Kvæðatypur. Frábrigdi og uppskriftir.

Í 1800-talinum vóru kvæðini í Norðanlondum býtt upp í bólkar fyri ein part eftir innihaldinum men øðrum eyðkennum. Svend Grundtvig nýtti hesa bólking í síni útgávu av donskum kvæðum Danmarks gamle Folkeviser, og hon hevur síðani verið nýtt yvirhøvur í viðgerð av hesum yrkingarslag.. Bólkingin er eisini nýtt sum høvuðsprinsipp í The Types of the Scandinavian Medieval Ballad, ið er yvirlit yvir alla norðurlendska kvæðayrking.

Í hesum verki, ið verður stytt til TSB, eru bólkarnir eyðmerktir við bókstavunum A til F  við nummari fyri hvørja kvæðatypu. Ein kvæðatypa umfatar allar uppskriftir og frábrigdi av sama kvæði, ið kann finnast í ymsum líki og á fleiri málum. Har týðandi munir eru millum uppskriftir av einum og sama kvæða, verður tosað um frábrigdi. Tað er ikki altíð lætt at siga, nær talan er um eitt frábrigdi, men er eitt nú stórur munur á longdini a tveimum uppskriftum, verða tær merktar sum frábrigdi. Eisini tá ávísir innihaldsligir munir eru, hóast søgan skilliga er hin sama. TSB er bara yvirlit yvir typurnar og ongar tilvísingar til frábrigdi. Í kvæðaútgávum er ymiskt, hvussu frábrigdini eru frámerkt. í Føroya Kvæði. Corpus Carminum Færoensium, sum verður stytt til CCF, eru kvæðini talmerkt og frábrigdini merkt við stórum stavi aftaná. Uppskriftir av sama frábrigdi eru merktar við lítlum stavi. Eitt sereyðkenni fyri føroysk kvæði er sundurbýting í tættir. Eitt kvæði kann vera í fleiri tættum, ið merkir partur av kvæði. Í CCF eru tættirnir frámerktir við rómartølum. Í TSB verða  tættirnir í føroysku kvæðunum oftast merktir sum einstøk kvæði, t.e. ikki sum partur av nøkrum kvæði. Alt hetta kann tykjast fløkt, og skal lýsat við einum dømi. Til Sjúrarkvæðini verður í Føroyum roknað ein nøgd av kvæðum. Høvuðsparturin av teimum eru teir tríggir tættirnir Regin smiður, Brynhildar táttur og Høgna táttur. Hesin seinasti Høgna táttur er í summum uppskriftum býttur sundur í tveir tættir, har tann fjórði onkustaðni hevur navnið Aldrians táttur ella Annar Høgna táttur.

Tey yngru kvæðini, yrkt í 1800-talinum og seinni, har vit eisini kenna yrkjaran, verða ikki roknað upp í skaldskaparslagið norðurloendsk miðaldarkvæði. Tí eru kvæði sum Ormurin langi, Grettis kvæði Viljorm Kornus, Brestis kvæði og onnur nógv kvøðin kvæði ikki við í hesum yvirlitinum.

Bólkarnir eru:

A: Kvæði um pátrúgv
B: Halgikvæð
C: Søgukvæði
D: Riddarakvæði
E: Kappakvæði
F: Skemtikvæði - Tættir

Í yvirlitinum niðanfyri yvir føroysk munnborin kvæði í norðurlendska kvæðayvirlitinum er víst til tær prentaðu heimildirnar við hesum styttingum:

TSB = The Types of the Scandinavian Medieval Ballad

CCF = Føroya Kvæði - Corpus Carminum Færoen-sium

JP = J. Patursson: Kvæðabók 1-5

Feilberg = Festskrift til H. F. Feilberg 1911

FMD = Savn á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum

Ev = A. C. Evensen: Lesibók fyri yngri børn

A: Kvæði um pátrúgv

TSB
nr.

Føroysk
heimild

Kvæðaheiti

Viðmerkning

A 15

CCF 54

Grímur á fjallinum


A 16

CCF 134

Hindar ríma


A 21

CCF 135

Hindin


A 26

CCF 116

Blankans ríma


A 37

CCF 147

Krypilin á Vatnsoyri


A 38

CCF 136

Hørpu ríma


A 44

CCF 127

Flúgvandi biðil


A 48

CCF 153

Nykurs vísa


A 54

CCF 169

Signild og dvørgurin


A 63

CCF 154

Ólavur Riddararós


A 68

CCF 170

Silvurlín og børnini á foldum


A 72

CCF 145

Riddarin Klæmint


A 73

CCF 133

Gullsteinur


A 75

CCF 101

Trøllið í Áradal



B: Halgikvæð

TSB
nr.

Føroysk
heimild

Kvæðaheiti

Viðmerkning

C 3

CCF 122

Frú Dagmoy


C 6

CCF 77

Margretu kvæði

B:I, C:I

C 22

CCF 77

Frúgvin Margreta

A:I, B:II, C:II

C 23

CCF 77

Eyðuns ríma

A:II, B:III, C:III, D


D: Riddarakvæði

TSB
nr.

Føroysk
heimild

Kvæðaheiti

Viðmerkning

D 1

CCF 139

Ívars vísa


D 11

CCF 46

Frúgvin Espalín


D 16

CCF 114

Ásbjørn prúði


D 71

CCF 151

Moyin og sveinurin


D 72

CCF 158

Harra Pætur og Elinborg


D 79

CCF 143

Junkarin Loðin


D 80

CCF 160

Pætur Knútssons vísa


D 94

CCF 31

Magnus kongur í Noregiella Margretu kvæði


D 128

CCF 32

Ríki Álvur


D 130

CCF 115

Biðilin


D 136

CCF 146

Kongur og jomfrú


D 155

CCF 164

Ríka frú


D 163

CCF 156

Pálnir Búgvason


D 172

CCF 171

Svein kongur


D 178

CCF 123

Ebbin kall


D 193

CCF 142

Jarra Jóan Ingvarsson


D 211

CCF 64

Herleivs kvæði


D 212

CCF 148

Magnus Jógvansson


D 222

CCF 120

Brøðurnir

A, C, D

D 224

CCF 162

Riddarin og festarmoyin


D 230

CCF 132

Grímur á Aðalvølli


D 231

CCF 166

Roysningur


D 245

CCF 159

Harra Pætur og Kirstin


D 247

CCF 175

Harra Tímars vísa


D 256

CCF 168

Selamons ríma


D 258

CCF 178

Valdiman og Tóva


D 259

CCF 119

Brúnsveins vísa


D 274

CCF 120

Brøðurnir

B

D 304



DgF 421 E

D 310

CCF 161

Plóg og Ingiman


D 316

CCF 125

Faðir og sonur


D 324

CCF 124

Faðir og dóttir


D 334

CCF 155

Pálins táttur


D 345

CCF 137

Ingimann og Eirikur


D 346

CCF 177

Kong Valdiman og Sofía


D 355

CCF 21

Gunnars kvæði


D 362

CCF 138

Ívar Skjøldsvein


D 268

CCF 45

Ellindur bóndi á Jaðri


D 381

CCF 157

Parisar vísa


D 401

CCF 2

Ragnars kvæði

B st. 74-102, C:II,D (Kráku táttur),F st. 63-88, G st 71-94

D 402

CCF 3

Gests ríma


D 424

CCF 128

Flóvin Bænadiktsson


D 426

CCF 144

Kristin og keypmenninir


D 432

CCF 121

Bænadikts kvæði


D 437

CCF 81

Frúgvin Olrina


D 440

CCF 41

Belfjóna



E: Kappakvæði

TSB
nr.

Føroysk
heimild

Kvæðaheiti

Viðmerkning

E 1

CCF 106

Geipa táttur


E 2

CCF 4

Nornagests ríma


E 3

CCF 30

Geyti Áslaksson

A:I, B st. 1-54,C st. 59-70,D st. 176, E:I

E 5

CCF 126

Filkus Veymarsson


E 6

CCF 27

Tormaður skald


E 8

CCF 91



E 9

CCF 60

Haka rekkar


E 10

CCF 174

Tíðriks kappar

A st. 24-61,B st. 44-100,C st. 19-68

E 11

CCF 86

Sella ríma


E 12

CCF 130

Greivin av Jansalín


E 13

CCF 34

Angankári


E 14

CCF 30

Galta táttur

A:2, B: st. 55-81,C: st. 71-87,D: st. 77-128, E:II

E 15

CCF 20

Jomsvíkinga vísa


E 16

CCF 91

Hildibrands táttur


E 18

CCF 91

Risin á Blálandi

C

E 20

CCF 19

Jallgríms kvæði

A og C

E 21

CCF 19

Jallgríms kvæði

B

E 22

CCF 33

Tiki-Álvs kvæði


E 24

CCF 106

Dreymur Karlamagnusar


E 25

CCF 106

Oddvalds ríma


E 26

CCF 106

Emunds ríma


E 27

Patursson 2 p. 57-73 Hilmirs kvæði

E 28

CCF 106

Runsivals stríð


E 30

CCF 22

Sigmundar kvæði


E 33

CCF 67

Hernilds kvæði


E 34

CCF 17

Gátu ríma


E 35

CCF 56

Norna-Grímur


E 36

CCF 91



E 37

CCF 117

Blikimans kvæði


E 38

CCF 1



E 39

CCF 58

Guttormur i Hattarmóti


E 40

CCF 71

Jatvarðs ríma


E 41

CCF 12



E 43

CCF 93

Skjáldmann kongur í Spann

B

E 44

CCF 61

Hákun av Danaríki


E 45

CCF 93

Kongurin út í Spann

A

E 46

CCF 79

Óðin í Ásgørðum


E 47

CCF 76

Magnus kongur av Fraklandi


E 51

CCF 1

Regin Smiður

A:I, Ba-b:I,C: st. 1-100, D:I, E:I,F, G: st. 1-107

E 53

CCF 16

Arngríms synir

A: st. 1-57, B: st. 60-95

E 55

CCF 1

Høgna táttur 1

A:III, Ba:III st. 1-97, Bb:III,C: st. 255-346, D:III,E:III st. 1.211, G: st. 271-367,H:(III) st. 1-213

E 58

CCF 14

Álvur kongur


E 59

CCF 47

Finnboga ríma


E 60

CCF 106

Flóvins ríma


E 62

CCF 91



E 63

CCF 91



E 65

CCF 63

Heljars kvæði


E 67

CCF 70

Jaltriks kvæði


E 69

CCF 88

Sjúrður konungsson


E 70

CCF 96

Svarti Svein Kallsson


E 73

CCF 37

Ásmundur skeinkjari


E 74

CCF 5

Ísmal fræga kempa


E 75

CCF 91

Sniolvs táttur

A:II, B:II, E:I, F:I,N st. 1-63

E 76

CCF 85

Harra Svein av Miklagarði


E 77

CCF 40

Baldur bóndason


E 78

CCF 68

Hilmars tættir


E 79

CCF 84

Ringur av Írlandi


E 80

CCF 83

Rings kvæði


E 81

CCF 12

Viljorms kvæði

Aa st. 1-29, Ab st. 1-27,B st. 1-33,1C: st. 1-37,D, E st. 1-34

E 82

CCF 108

Kvikilssprang

A:II, B:II, C:II

E 83

CCF 26

Finnur hin Fríði


E 84

CCF 62

Haraldskjøldur á Miklagarði


E 85

CCF 66

Hermundur illi


E 86

CCF 36

Ásmundur Aðalsson


E 87

CCF 82

Raðals kvæði


E 88

CCF 102

Valin svein


E 89

CCF 15

Hjálmar og Angantýr


E 90

CCF 16

Arngríms synir

A st. 58-113,B st. 1-59, C:II

E 91

CCF 49

Fjallbøndurnir


E 92

CCF 38

Ásmundur sterki


E 93

CCF 100

Tróndur Jógvansson


E 94

CCF 105

Virgar Bekilsson


E 95

CCF 89

Sjúrður av Nøríki


E 96

CCF 173

Sveinur í Vallalíð


E 98

CCF 51

Grimmars kvæði


E 99

CCF 92

Snæúlvs ríma


E 100

CCF 1

Brynhildar táttur

A:II, Ba:II, Bb:II,C: st. 101-254, D:II,E:II, G st. 108-270, H:(II)

E 102

CCF 108

Galiants táttur

A:IV-V, B:III, C:III

E 103

CCF 23

Kjartans tættir


E 104

CCF 97

Tíðriks kongs ríma


E 105

CCF 107

Óluvu kvæði


E 106

CCF 53

Grímur á Bretlandi


E 107

CCF 73

Jústinjalls kvæði


E 108

CCF 69

Ívar á Bretlandi


E 109

CCF 50

Gormunds kvæði


E 110

CCF 99

Torsteins kvæði


E 111

CCF 55

Grímur á Miðalnesi


E 112

CCF



E 113

CCF 90

Skrímslið


E 114

CCF 13

Lokka táttur


E 116

CCF 28

Trøllini í Hornalondum


E 117

CCF 94

Stulku táttur


E 118

CCF 24

Ormar Tóraldssons kvæði


E 119

CCF 174

Tíðriks kappar

A: st. 1-22, B: st. 1-48,C: st. 1-17

E 120

CCF 44

Einars tættir


E 121

CCF 39

Ásmundur trøllabani


E 123

CCF 10

Risin í Hólmgørðum


E 124

CCF 11

Risin av Leittrabergi


E 125

CCF 52

Gríms ríma


E 126

Feilberg 1911 p. 72-76

E 127

privat ogn Ílints tættir

E 128

CCF 25

Brúsajøkils kvæði


E 130

CCF 108

Ívints táttur

A:III

E 131

CCF 91



E 134

CCF 108

Jákimann kongur

A:I, B:I, C:I

E 135

CCF 98

Torbjørn Bekil


E 136

CCF 113

Samsons kvæði


E 137

CCF 7

Dvørgamoyggin fagra


E 140

CCF 18

Kappin Illhugi


E 141

CCF 65

Hermundur Grimmarsson


E 142

CCF 59

Haki Hilmarsson


E 148

CCF 29

Gongurólvs kvæði


E 149

CCF 87

Seyða ríma


E 150

CCF 57

Grips kvæði


E 151

CCF 8

Ása dvørgamoy

A-C

E 152

CCF 8

Dvørgamoy

D

E 153

CCF 6

Sjúrður og dvørgamoy


E 154

CCF



E 156

CCF 2



E 159

CCF 48

Fípan fagra


E 160

CCF 165

Risin og moyggin


E 163

CCF 85

Risin á Tinnuborg


E 164

CCF 35

Artal kongur í Atlandi


E 165

CCF 9

Kvørfinns táttur


E 166

CCF 43

Drósin á Girtlandi



F: Skemtikvæði

TSB
nr.

Føroysk
heimild

Kvæðaheiti

Viðmerkning

F 21

CCF 180

Hústrúin og hovmaðurin


F 23

CCF 172

Svarti sveinur


F 33

CCF 179

Hústrú og bóndi


F 36

CCF 181

Illu hjúnini


F 44

CCF 188

Vevpíkan


F 47

CCF



F 58

FMD 39



F 67

CCF 187

Torvatrøll og fluga


F 68

CCF 190

Fugla kvæði

I

F 70

CCF 182

Kall og Svein ungi


F 73

CCF 183

Kelling við grúgvustein






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412