Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Leygardagin 23. september 2017 hevur dansifelagið Ung í Dansi aðalfund á Háskúlanum í Havn.

Aðalfundurin er fyri allar limir í Ung í Dansi. 
Nýggir limir kunnu tekna seg.

Fundurin byrjar kl. 12.00, nakað eftir at Smyril er komin úr Suðri og endar uml. kl. 15.00, so tey sleppa suður aftur, sum vilja tað.

Á skránni eru m.a. val av nevnd og kunning um tiltøk í vetur og komandi ár.

Nevndin vil fegin, at luttakararnir koma við uppskotum um tiltøk, so tað kann viðgerast á fundinum og út frá tí leggja eina skrá.

Nevndin ynskir eisini at tosa um "Sommerlejren 2018", sum er eitt tiltak fyri ung og sum er beint undan Nordlekstevnuni. Sommerlejren er 7. - 9. juli og Nordlek 10. - 15. juli í Falun í Svøríki.

Nevndin





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412