Barnlek 2017 - hjálparfólk

 

Tilmeldingarskjal til øll hjálparfólk til Barnlek 2017

Í dag er hesin telduposturin sendur til øll limafeløgini í Sláið Ring:

Hey góðu dansifeløg.

Nú royna vit enn einaferð at fáa fatur á hjálparfólkum til Barnlek 2017.

Vit heita á øll dansifeløg um at finna so nógv hjálparfólk sum yvirhøvur tilber frá hvørjum felagi.

Vit hava fingið høvuðspersónar til tær ymisku uppgávurnar, og nú mangla vit bert at fáa sett navn á øll hjálparfólkini sum skulu hjálpa til.

Tað skulu vera 50 til 60 hjálparfólk tá stevnudagarnir eru, men í alt eru tað uml. 300 arbeiðs-vaktir um hvørt hjálparfólk tekur ein heilan dag hvør. Eisini er brúk fyri hjálparfólki áðrenn og eftir stevnudagarnar.

Skulu ábyrgdarpersónarnir fáa tíð at gera eitt arbeiðsskema klárt áðrenn stevnan byrjar, skulu vit fáa tilmeldingarskjalið aftur áðrenn 15.06.2017

Vinarliga 

Birna og Brynjálvur

 

---------------

Eitt stutt ískoyti

Arbeiðsøkini eru hesi: Servering, vakt, náttarvakt, reingerð, áðrenn- og eftir stevnuna.

Eisini verður heitt á fólk, sum ikki hava ávíst ynski, um at tekna seg sum hjálparfólk, so vil leiðslan seta tey har, sum brúk er fyri teimum.

Hesir persónarnir hava ábyrgdina av ávísu økjunum

Fyri Servering Ann Marie Petersen. Tlf 226929. Mail: amji1989@gmail.com

Fyri Vaktir og náttarvaktir Danny Osberg Højsted. Tlf 218914. Mail: danosbhoj@outlook.com

Fyri Reingerð Jan Simonsen. Tlf 234291. Mail: janm.simonsen@outlook.com

Fyri Áðrenn og eftir stevnuna Birna Jacobsen og Brynjálvur Sigurðsson. 226375 / 214523. Mail: barnlek@sr.fo

Fyri Hjálparfólk Birna Jacobsen og Brynjálvur Sigurðsson. 226375 / 214523. Mail: barnlek@sr.fo

Tit, ið vilja hjálpa til, vinarliga setið tykkum í samband við felag tykkara og gerið eina avtalu. Tað er umráðandi, at upplýst verður navn, telefon nr. og/ella teldupostur og arbeiðsøki.





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412