Dansiferð í Skúvoy 10. juni 2017.

 

Dansiferð í Skúvoy 10. juni 2017.

Fornminnafelagið í Skúvoy byrjaði fyri nøkrum árum síðani at bjóða einum dansifelag til Skúvoyar at dansa hvørt ár í juni mánað. Fyrstu ferð var í 2013, tá sumbingar blivu  bodnir. Í ár fingu vit í Eysturoyar dansifelag høvi til at gera dansiferð til Skúvoyar.  Óført av so fáum fólkum - umleið 20 fólk liva gerandisdagin í Skúgvi. Anna Maria, sum hevur dansað við okkum í nógv ár, er slektað úr Skúgvi. Vit báðar fóru suður fríggjakvøld, so vit stóðu á lendingini fyri hinum 30, tá tey komu við Sildberanum seinnapartin leygardagin.  Vit báðar fóru ein túr norð á Dal fríggjakvøldið, so nú havi eg sæð Rannvátoft og Tróndarstein.

Síðani blivu øll – gestir og vertir – boðin til góðan drekkmunn í skúlanum, sum stendur ovast í bygdini. Bygdarráðsformaðurin Harry Jensen beyð vælkomin vegna fornminnafelagið. Vit fingu at vita, hvar vit skuldu gista og skránna fyri restina av túrinum.

Vit í Eysturoyar dansifelag lærdu okkum kvæðið “Gøtuskeggjar” til dansistevnuna í Klaksvík í fjør. Okkara Andras skipaði fyrru helvt og Óli í Tøkum Lætt seinnu.  Tá fólkið var komið upp á land leygardagin, fingu vit bæði Hans – meðan vit hugdu niðan í bygdina -  eitt prát um, hvar tað mundi vera, at Sjúrður Tollakson leyp út av, tá hann skuldi flýggja úr Skúvoy undan Leivi Øssuron. Sjúrður hevði fyri Tórð lága borið fram bønarorð til Turid megineinkjuna.

Tað er nakað heilt serligt – og undarligt eisini – at koma til tey støðini, har hendingarnar í kvæðunum hava gingið fyri seg. Tað eru feðgarnir báðir Jens Christian Djurhuus (1773-1853) og sonur hansara Jens Hendrich Djurhuus(1799-1892), sum hava yrkt kvæðini, sum siga frá hendingunum um Sigmund, Tór, Brestir, Beinir, Trónd í Gøtu og øll hini. Skúvoyggin er nevnd í teimum flestu av hesum kvæðum. Ein heilt serlig kensla at ganga í Skúvoy hendan dagin og ímynda sær fólkini og tilburðirnar, sum fóru fram her fyri meir enn 1000 árum síðani.

Dansurin byrjaði í skúlanum kl. 21.00. Tá høvdu øll fingið døgurða. Áðrenn vit fóru at dansa takkaðu Louis og Jóna fyri okkum.  Skiparar eiga vit nógvar í Eysturoyar dansifelag og øll góvu sítt íkast – Andras, Høgni, Anfinn, Kathrina, Louis, Dia, Jóannes og Hans. Ormurin, sum Anfinn og Louis skipaðu í felag, hevur ongantíð gingið betri. Sjey ára gamli Sverri, sum var yngstur á liðnum hjá okkum, bað okkum kvøða “Veturin kom við kulda og kava”. Sjálvandi gjørdu vit tað, og nakrar barnasangir afturat.

Tað má vera eitt øðiligt knoss at liva á útoyggj. At hugsa sær , hvussu øll vøra skuldi fáast niðan í bygdina, áðrenn vegurin kom og tað bar til at koyra. Tá mátti alt fáast niðan gjøgnum trappurnar. Og so loyva vit okkum at knarra her á meginøkinum.

Sunnudagin kl. 12.00 hittust vit aftur til kirkjugongd – tað hoyrir við til eina góða dansiferð. Allir tríggir kirkjutænararnir – klokkari, organistur og deknur - vóru við í dansinum um náttina, so tað var, sum tað eigur at vera.

Seinnapartin hittust vit aftur niðri á lendingini at biðja skúvoyingum farvæl og takka fyri hjartaligan blíðskap. Eg haldi, at øll, sum høvdu riggað til , vóru komin á støðna at biðja farvæl.  Ein dansiferð – her í Føroyum ella til útlandið – er altíð góð, bæði fyri einstaklingin, felagið og dansin.

Kathrina.





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412