Kvæðastevna, fyrilestrar og dansur

Leygardagin 27. oktober 2018 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Byrjað verður kl. 15:00.

Fyrilestrarnar kemur Egil Bakka, ið er professari í tónleikavísundi við universitetið í Tróndheimi, at halda. Egil Bakka hevur eisini arbeitt nógv við siðaarvi í norskum fólkadansi.

Í blaðnum Faroe Isles Review, Volume 2, No 2, 1977, ið Bókagarður gav út, hevur Egil Bakka eina sera áhugaverda grein um føroyska dansin.

Egil Bakka kemur at halda tveir fyrilestrar. Annar hevur heiti: Færøysk dans i historisk perspektiv og hin eitur: Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra.

Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Eftir fyrra fyrilesturin leggur Norðstreymoyar Dansifelag fyri við Grettiskvæði. Dávur Emil Samuelsen skipar.

Eftir seinna fyrilesturin verður tað Klaksvíkar Dansifelag, ið leggur fyri við Ebbe Skammelsen. Leivur Jacobsen skipar.

Tiltakið er alment og ókeypis. Eisini verður tiltakið stroymt - sí leinki á nlh.fo og facebook:

Skrá

  • Kl. 15:00   Færøysk dans i historisk perspektiv, fyrri fyrilesturin við Egil Bakka, professara við universitetið í Tróndheimi
  • Kl. 16:00   Grettis kvæði
  • Kl. 16:45   Steðgur - til ber at keypa sær okkurt gott í SMAKKA; tey, ið vilja hava okkurt at eta skulu helst bíleggja frammanundan. Sí matarskránna niðanfyri.
  • Kl. 17:15   Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra, seinri fyrilesturin við Egil Bakka, professara við universitetið í Tróndheimi
  • Kl. 18:00   Ebbe Skammelsøn
  • Kl. 18:30   Frítt at skipa - hesin partur verður ikki stroymdur

Matarskrá:

Súpan v. breyði: 89kr. Við salati 129kr
Grillað rugbreyðstvíflís: 89kr. Við salati 129kr
Rugbreyð v. sild, eggi og hummus: 89kr
Bolla v. osti og súltitoy: 30kr





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412