
Frá feløgunum í Sandoynni
Dansitiltak
Almennur dansur í Skálavík
Leygarkvøldið 14. mai bjóða Leikum Fagurt og Stígum Fast til almennan dans í Skálavík. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 19.15 og bussur er úr Skopun til Skálavíkar. Tá komið er til Skálavíkar verður farið uppá gólv.
Vit hava leigað Teistan at sigla aftur úr Skopun kl. 2 um náttina og bussur koyrir úr Skálavík til Skopunar.
Kostanaðurin er 100 kr. og er súpan og bussurin til Skopunar íroknaður.
Vit vóna at nógv koma til hendan várdansin í Skálavík
Leikum Fagurt & Stígum Fast



