
Aðalfundurin 2011
Til øll dansifeløgini og umboðsráðslimirnar
Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður
Leygardagin 10. septembur 2011 kl. 12.00 á Landsbókasavninum í Havn.
Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.
Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. septembur 2011.
Adressur, umboðsráðslimir og heimasíðan
Vit arbeiða við at dagføra heimasíðuna og m.a. gera tað lættari fyri feløgini at brúka hana. Eisini arbeiða vit við at gera hana meira virkna. Sláið Ring heitir á feløgini, um at velja ein lim, sum kann taka sær av at umboða felagið á heimasíðuni og m.a. leggja tilfar út.
Vinarliga upplýsið eitt navn og eina e-postadressu.
Eisini verður mint á upplýsingar um nevnd og adressu.
Val av nevnd
Í ár stendur Rasmus Joensen fyri vali.
Varalimirnir eru: Anna Elisa Jacobsen, Atli Dalsgaard og Hildur Vestergaard. Varalimir verða valdir hvørt ár.



