Barnadansistevna í Hósvík

Avgjørt er, at árliga Barnadansistevnan verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík leygardagin 11. Februar 2012.

Tilmeldingarfeistin er sett til 31. Januar. Í samband við tilmelding og tiltøkini á stevnuni annars, verða brøv send feløgunum kring landið ein av allarfyrstu døgunum, siga fyrireikararnir. Eisini onnur enn tey, sum dansa í dansifeløgunum kring landið, eru vælkomin at melda til stevnuna. Til dømis skúlaflokkar ella aðrir áhugaðir bólkar, eru vælkomin.

Sum skilst verður stevnan skipað á leið á sama hátt, sum tær undanfarnu hava verið, við dansi, matsteðgi og útferðum. Ætlanin er eitt nú at vitja á niðurløgdu hvalastøðini við Áir.

 

 

 

 

 

 







Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412