Barnalandsdansistevnan verður í Hósvík í ár

Barnalandsdansistevnan 2012

Barnalandsdansistevnan í ár verður hildin leygardagin tann 11. februar í Bygdarhúsinum í Hósvík. Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri. Byrjað verður kl. 10.00, og liðugt er kl. 14.30.

Døgurði verður um middagsleitið.

Skipað verður fyri smáum útferðum í økinum sum dagurin líður. Frásøgufólk verða.

Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 31. Januar 2012.

Tilmelding er á tel. 422217 ella við telduposti  olav.schneider@skulin.fo

Eru spurningar, kunnu tit ringja 422217 ella senda ein teldupost.

Tá tit tekna tykkum, verða tit biðin um at siga okkum, hvussu nógv børn verða

við, og hvussu nógv tit verða íalt (íroknað vaksin).

 Sigið eisini frá, hvørji kvæði tit ætla at skipa.

 

 

 

                                                                                                                         

 






Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412