Sumbingar dansa

Brúðarvísan á føstulávint

Í eini av sendingunum í røðini Álvarann í útvarpinum í vetur, var í einum fyrilestri nevnt, at Brúðarvísan varð tikin, eftir at liðugt var at telja jólini. Kannað varð eftir, um hesin siður var kendur, og hvar hetta kundi vera. Komið varð fram til, at hetta varð gjørt í Sumba, og kendi kvøðarin, Eli Poulsen, visti at siga í sendingini, at hann hevði verið við til at tikið Brúðarvísuna á føstulávint.

 

Um dagarnar ringdi Eli Poulsen til redaktiónina og fortaldi, at hann hevði tosað við sumbing, sum visti at siga frá øðrum gomlum sumbingi, Dánjali Jacob í Kálgarðinum, at grundin til, at endað varð við Brúðarvísuni á føstulávint, var tann, at Brúðarvísan vanliga varð tað fyrsta, sum tikið varð aftur um heystið, tá dansitíðin byrjaði.

 

Um heystið vórðu brúdleypini vanliga hildin, tá kjøtið var ræst. Og við teimum fylgdi eisini Brúðarvísan. Tí varð hildið í Sumba, at hóskandi var at enda dansitíðina, sum hon byrjaði. Við Brúðarvísuni.

 

“So var ringurin sluttaður”, sigur Eli Poulsen.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412