Tú skalt lata mær salin


í oyðum mørkum gera,


við so lítlari tænastu


skal eg har inni vera.

Brynhild stundar á fund

Leygarkvøldið 24, september klokkan 19.00 verður almenn kvøldseta í Sjónleikarhúsinum í Havn, har evnið er Brynhildartáttur.

Hugsanin við hesum serliga tiltakinum er at skapa áhuga fyri  føroyska dansinum, sigur Rasmus Joensen, formaður í landsfelagnum Sláið Ring, sum skipar fyri kvøldsetuni.

Løgd er ein rættiliga áhugaverd skrá fyri tiltakið.

Hanus Kamban kemur at hugleiða um Brynhildartátt og annað, ið hann metir hevur áhuga.

Fólk í salinum fáa høvi at gera viðmerkingar til Brynhildartátt, hugleiða og seta spurningar.

Rasmus Joensen hugleiðir um Sjúrðar deyða.

 Stuttur steðgur.

Farið verður upp á gólv.

Tikin verða ørindini 1 - 42.

Stuttur steðgur, og so verða tikin ørindini frá 157.

Hóast allur Brynhildartáttur, sum er 232 ørindi langur, ikki verður tikin á gólvi hetta kvøldið, verður tó møguleiki seinni heyst at náa hetta, sigur formaðurin í landsfelagnum, tí á einum dansikvøldi einaferð í oktober verður allur Brynhildartáttur, sum hann er, kvøðin á gólvi.

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412