Kvøldseta í Sjónleikarhúsinum

Brynhildartáttur

 

Brynhildartáttur

 

 

Til tess at varpa ljós á og vekja áhuga fyri føroyska dansinum skipar Sláið Ring fyri kvøldsetu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Titakið verður leygardagin 24. september 2011 kl. 19.00.

 

Evnið á kvøldsetuni er Brynhildartáttur.

 

Skráin er hendan

·         Hanus Kamban kemur at hugleiða um Brynhildartátt og annað, ið hann metir hevur áhuga (uml. 30 min)

·         Høgni Mohr, ið hevur skipað Brynhildartátt í dansi, fer at tosa um okkurt brot í kvæðinum, sum hann heldur er áhugavert

·         Fólk í salinum fáa møguleika at gera viðmerkingar ella koma við hugleiðingum

·         Stuttur steðgur

·         Farið verður upp á gólv

·         Hugnakvøldið endar uml. kl 22.00 – 22.30.

 

 

Ætlanin við kvøldsetuni er at varpa ljós á dansin og kvæðini, og tiltakið er alment.

 

Sláið Ring heldur eisini, at tiltakið kundi verið áhugavert fyri onnur enn tey, ið vanliga eru í dansi, og hevur tí bjóðað fleiri skúlunum við.




«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412