Dansináttin verður 9. juli kl. 21.30

Dansináttin 2011

 

Afturvendandi tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri undir heitinum Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 9. juli frá kl. 21.30 til 01.30. Er dansurin góður kann haldast á nakað longur.

Tiltakið plagar at vera væl vitjað. Her koma bæði útlendsk ferðafólk og útisetar, ið eru heima í summarfrí, og her koma ikki minst dansiáhugað búgvandi her á landi.

 

Norðurlandahúsið og Sláið Ring vóna og vænta, at fleiri leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum nú leygarkvøldið.




«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412