Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri almennum føroyskum dansi í Kollafirði leygarkvøldið

Dansiveturin byrjar

Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri almennum føroyskum dansi í Kollafirði leygarkvøldið 1. oktober. Byrjað verður at dansa í Arbeiðsmannafelagshúsinum klokkan 22.00, og dansað verður til einaferð umleið klokkan tvey sunnumorgunin.

Dansurin verður skipaður, sum vanligt plagar at vera í slíkum førum. Dansað verður nakað út á náttina, tá høvi verður at fáa sær smurt breyð og okkurt leskandi afturvið. Hildið verður so á til út móti morgni.

Í atgongugjaldið, sum er kr. 70,- er roknað smurt breyð og kaffi ella te.

 

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412