Eysturoyar Dansifelag byrjar aftur

Eysturoyar Dansifelag byrjar nú aftur at dansa. Dansað verður vanliga í Hæddini í Saltangará fríggjakvøld. Skráin sæst niðanfyri

 

Skráin 2011-2012

Vit halda til í Hæddini, Saltangará, vanliga fríggjakvøld.   

Í vetur fara vit at hava Dvørgamoy I sum høvuðskvæði og fara at kvøða partar av tí mest sum hvørt kvøld. Joen Carl Danielsen skipar. Annars er ‘orðið frítt’ hvørt kvøld!

21/10-11            Práta um dansin í vetur, og Kathrina kunnar um Nordlek, sum verður tann 10. – 15.juli 2012 í Steinkjer norðan fyri Tróndheim.

 Hin føroyski dansurin, Nýggja kvæðabókin I. Ivan Hansen.

 Dvørgamoy I, til 13. ør., Grør so fagurt. J. Carl D.

Dansispøl         Vertir: Nevndin.

28/10                 Byrjað verður við barnadansi kl. 20.00, har kvøðið verður ymiskt, sum børn duga.

                             Sigmunds kvæði yngra til uml. 20. ør. Nýggja kvb. 1. Karstin í Húsinum   

                             Brúsajøkil, til 47. ør. Grør so fagurt. Hans Poulsen                 

                             Dansispøl.        Vertir: Jónhild og Marjun.

04/11                  Stockholmskvøld: frágreiðing og myndir.

                             De Røvere tolv, til 16. ørindi, Danske kæmpeviser. Sámal Petersen.

                             Dvørgamoy I, 14.-30. ørindi  

                             Dansispøl, Joen Carl og Sjúrður.                       Vertir: Sunneva og Elsa.

12/11                   leygarkvøld. Boðin í 10-ára veitslu hjá Dansifelagnum á Látrinum; kl. 19.00 í EB-húsinum. Meira um hetta seinni.

18/11                  Vit eru í Glyvr’Hans húsi (Glyvra Hanusar húsi) í Norðragøtu, kl. 21 til midnátt.

                             Bjarnabani, Grør so fagurt. Henry Olsen.

                             Dvørgamoy I, 31.-45. ørindi. 

                             Vågen, Nýggja kvæðab.2. Anfinnur Husgaard.                         Vertir: Anna og Sanna.

 25/11                  Barnadansur kl 20-21. Øskudólgur, Veturin kom, Og hygg nú í garðin osfr.

                             Kong Hans, Danske kæmpeviser. Joen Carl.

                             Ólavur Riddararós, Grør so  fagurt. Anna og Sanna.               

                             Dansispøl.        Vertir: Sonja og Eleina.

 02/12                  Marsk Stigs døtre, til 18.ørindi, Danske kæmpeviser. Jóna Danielsen.      

                             De røvere tolv, 17. ør. og út. Sámal Petur.     

                             Mimirstáttur, eystdans.dk.    Vertir: Esther og Kirsten.

09/12                  Snekken ligger på landet, Danske kæmpeviser. Sjúrður Ferjá.

                             Dvørgamoy, 45. ør. og út.        Vertir: Pálin og Beinta.

06/01-12           Herr Lovmand, Danske kæmpeviser. Ivan Hansen

                             Boaratátturin, eystdans.dk. Kathrina Hansen.

                             Dansispøl.        Vertir: Turid og Bilha

13/01                  Aðalfundur kl. 21.00. Skrá eftir lógini.           

                             Brúsajøkil, 48. ør. og út.

                             Marsk Stigs døtre, 19.ørindi og út.                    Vertir: Birgith og Karolina

20/01                 Vanligt dansikvøld, men eitt sindur longri enn vanligt, tí Tøkum lætt kemur at vitja.

                             Gøtuskeggjar, Andras og Hans. Smurt breyð kl. 23.00.

27/01                                               Vit fara til Haraldssunds. Felagið leigar buss: úr Hæddini kl. 21.00 og steðga á vanligum støðum. Farið verður til hús kl. 02.00 – ella kl. 02.30, um dansurin er góður.

03/02                                              Vit bjóða skúlabørnum í Hæddina til føroyskan dans. Byrjað verður kl. 20.00 Kvøðið verður ymiskt, ið tey duga. Foreldur eru vælkomin við.                     

                             Dvørgamoy I, alla.

                                                          Marsk Stigs døtre, alla.            Vertir: Anna Maria og Lis.

 10/02                 Hugnakvøld – ræst kjøt og súpan, kl. 20.00. Kostn. kr. 150,- Tekning. Burturluting.

                                                          Brúsajøkil allan.

                                                          God nat og farvel, Annika Justinussen

17/02                                               Vit minna okkum á.

Viðmerkingar:

Vónandi er skráin ikki so stappað, at fólk missa mótið. Vit hava nógvar skiparar, og tað ger, at ikki allir sleppa í skránna, men nógv verður kvøðið, ið ikki stendur í hesari skránni! Vit byrja vanlig kvøld kl 21.00 og gevast ikki seinni enn á midnátt. Nýggjárskvøld og fastalávints mánakvøld er opið kl. 22-01, og tá gjalda vit atgongumerki.

Onnur almenn dansikvøld, sum vit vilja vísa til: trettandadans í Sjónleikarhúsinum (Tøkum lætt), fastalávints leygarkvøld (Dansifelag Kaggans).

 Kunning fáa limirnir í e-posti og á heimasíðu okkara eystdans.dk, har kvæðabókin er við meginpartinum av tí, sum vit plaga at kvøða. Tey, sum ikki hava e-post, fá bræv.

 

Vinarliga,

nevndin, sum er:

Kathrina Hansen, formaður, tlf 265076          kath_han@hotmail.com

Andras Hansen, næstformaður, tlf 595977    andras-h@olivant.fo

Margretha Knudsen, tlf. 220521                        margretha@olivant.fo

Marita Poulsen, tlf. 218113     marita.poulsen.@skulin.fo

Jens Dalsgaard, skrivari, tlf. 577765                j.dalsg@gmail.com

Anna Sørensen, kassam (ikki í nevndini, tlf.741208               leivur@kallnet.fo

 

Felagið er stovnað í 1969 og hevur til endamáls at savna fólk saman til góðan føroyskan dans og stimbra áhugan fyri dansinum. Limatalið er u. l. 160, og vanlig kvøld eru vit 25 – 40 fólk í dansi.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412