
Fólkafundur og føroyskur dansur í Skúgvi.
25. juni 2011 skipar Skúvoyar Fornminnafelag fyri fólkafundi og føroyskum dansi.
Á fólkafundinum verður Sigmundur Brestisson lýstur út frá fornfrøðini, út frá kristindóminum og søguliga gjøgnum kvæðini.
Um kvøldið verður farið uppá gólv.
Vit vóna at fáa nógva vitjan í oynna til bæði fundin og dansin.
Lýst verður seinri um møguligar eyka túrar í oynna.
Skúvoyar Fornminnafelag




