Fundir um Nordlek 2012

Fundur við tey ungu, ið ætla at luttaka á “Sommerleir” og síðani á Nordlek verður hildin í Hornahúsinum leygardagin 7. januar 2012 klokkan 13.00..

“Sommerleir” er serstakt tiltak, har ungdómar úr øllum Norðurlondum koma saman til dans og hugna. Eftir “Sommerleir” verða tey við á Nordlek.


Tey, sum fara á summarleguna fyri ung, verða í einum ferðalagi fyri seg, men allir føroysku luttakararnir í báðum tiltøkunum vera saman á Nordlek stevnuni.

Fundurin fyri tey, ið ætla sær við til Nordlek verður sama dag kl. 18.00. Grein um hendan fundin er aðrastaðni her  á heimasíðuni -
http://sr.fo/news-nordlek+2012+i+noreg.htm - og er eisini at síggja inni á Facebook síðuni hjá Sláið Ring.

Á fundinum verður kunnað um ferðina, so sum sjálvan túrin við útferðum og vitjanum, kostnaður o.a.

 





Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412