
Nógv fólk vitjaðu Brynhild
Tað var fult hús, tá Hanus Kamban helt fyrilestur um Brynhildartátt, og hvussu hann er bygdur upp. Hann vísti á, at tað finnast heilar átta uppskriftir av Brynhildartátti á føroyskum.
Evnið er savnað saman úr ymsum europeiskum forn- og miðaldarsøgum og sagnum, vísti hann á og nevndi, at her var talan um skaldskap, tá hann er allarbestur.
Eftir áhugaverda fyrilesturin hjá Hanusi Kamban, hugleiddi Høgni Mohr um sjálvt kvæðið og søgur í samband við tað.
Kringvarpið festi fyrilestrarnar á band, og verða teir at hoyra í eini av komandi sendingunum Álvarann, sum verða sendar mánakvøld klokkan 19.00.
Eftir fyrilestrarnar varð farið upp á gólv. Hákun Jacobsen úr Miðvági skipaði í teimum umførum brot úr Brynhildartátti.







