Rasmus Joensen, Jónleif Johannesen og Kathrina Hansen manna nevndina í Sláið Ring

Sláið Ring havt aðalfund

Á aðalfundinum hjá Sláið Ring, sum varð hildin í Havn leygardagin 10. september, stóð Rasmus Joensen, formaður, fyri vali. Hann varð afturvaldur. Í nevndini sita nú Rasmus Joensen úr Tøkum Lætt, Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar Dansifelag og Kathrina Hansen úr Eysturoyar Dansifelag. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

Eisini skuldu tríggir tiltakslimir veljast, og vald vórðu Anna Elisa Jacobsen, Vága Dansifelag, Hildur Vestergaard, Sumbiar Dansifelag og Atli Dalsgaard, Leikum Fagurt.

Á fundinum var orðaskifti um nýggja brúðarvísu tikið uppaftur. Nevndin í landsfelagnum hevur gjørt av at bjóða teimum, sum sendu uppskot til nýggja brúðarvísu til kappingina, sum lýst varð nakað herfyri, at luttaka í einum bólki, sum skal kjakast um, hvussu ein møgulig nýggj brúðarvísa eigur at síggja út.

 

Eisini varð sagt frá, at Sláið Ring er í sambandi við Mentamálaráðið, millum annað við skrivi, sum sent er ráðnum, og fundarvirksemi um, hvat landsfelagið heldur eigur at verða gjørt fyri føroyska dansin.

Onnur mál, sum vóru uppi á fundinum, vóru eitt nú umrøða av Nordlek 2012, og at Barnlek skal haldast í Føroyum í 2017. Slíkt tiltak krevur nógva fyrireiking, og tíð er longu at fara at hugsa um at velja fyrireikingarnevnd og fara undir hetta stóra tiltakið.

Í sambandi við Nordlek 2012 veðrur eisini ein summarlega fyri ungfólk í aldrinum 14 – 26 ár hildin í Noreg næsta summar. Sláið Ring væntar at kunna senda eini 20 luttakarar til hesa leguna.

Mint varð eisini á tiltakið um Brynhildartátt, sum hildið verður í Havn leygardagin 24. september.

 

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412