Sóknast eftir nýggjum upptøkum

Hóast Kringvarp Føroya hevur rættiliga fitt av upptøkum av bæði kvæðum og vísum, verður sóknast eftir nýggjum upptøkum, siga vertirnir á kvæðasendingini Álvaran, sum verður send í Kringvarpinum hvørt mánakvøld.

Fleiri av upptøkunum, sum Kringvarpið eigur, eru nakað gamlar, og av onkrum kvæði ella vísu er bara ein upptøka. Tí hevði verið ynskiligt, um feløgini hvørt sær fóru undir at fyrireika upptøkur, sum so kundu verðið gjørdar, áðrenn dansitíðin endar.

Tað er upp til feløgini sjálvi, hvat tey velja at kvøða. Hóast upptøkur frammanundan eru av tí, tey kvøða, er ein nýggj upptøka altíð kærkomin kortini. Men hugaligt hevði verið, um okkurt heilt nýtt tilfar kundi verðið tikið fram og kvøðið til upptøku. Tað liggja bæði kvæði, vísur og táttar ymsastaðni, sum áhugavert kundi verið at fingið fest á band.

Um okkurt av dansifeløgunum kring landið er áhugað, er bara at seta seg í samband við vertirnar í Álvaran, so syrgja teir fyri restini.

 

 





Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412