Tøkum Lætt bjóðar upp á gólv

Dansifelagið Tøkum Lætt í Havn fer nú aftur at dansa. Byrjað verður í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1 í Havn. Fyrsta dansikvøldið í vetur verður sunnukvøldið 16. oktober klokkan 20.00.

Tøkum Lætt sigur, at dansurin er fyri øll, og bæði roynd sum óroynd eru hjartaliga vælkomin. Miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum gjørligt fyri at gera tað áhugavert hjá bæði teimum, sum ikki eru so von at dansa, eins og hjá teimum meira “garvaðu”.

Mikukvøldið 19. oktober klokkan 19.00 byrjar barnadansurin hjá felagnum, sum eisini er í Skansastovu.

Tøkum ætt hevur heimasíðu, har meira fæst at vita um virksemi felagsins. Heimasíðuadressan er:

http://www.toekum-laett.fo

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412