Ung í dansi

 

Tíðindaskriv
 
Ung í dansi
 
Seinasta vikuskiftið í septembur, frá 28.09 til 30.09, skipar Sláið Ring fyri tiltakinum ”Ung í  dansi”. Tiltakið verður á Gjáargarði. Øll ung, sum ganga í framhaldsdeild ella hava aldur til tess, hava møguleika at tekna seg. Pláss er fyri 60 luttakarum.
 
Sláið Ring hevur í ár valt at bjóða ungfólki á eina dansistevnu á Gjáargarði við Gjógv. Ikki nýtist teimum ungu at hugsa um pengapungin fyri at vera við. Tiltakið er ókeypis, bæði uppihald og flutningur.
 
Á Gjáargarði er pláss fyri 70 gistandi, og hava vit gjørt av, at býta tað upp soleiðis, at luttakaratalið verður 60 ungdómar og 10 vaksin, ið koma at hjápla til.
 
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 28. sep. klokkan 18.00 við nátturða, dansisøgu og undirhaldi. Seinni fara vit upp á gólv saman við Eysturoyar Dansifelag. Leygardagin verða tvey skeið á skránni. Tað fyrra kallast ”Hvussu kunnu vit læra okkum kvæðini”, og tað seinna ber heitið ” Dansisiðir og leiklutur skiparans”. Tað verða Petur Olivar í Hoyvík og Jónleif Johannesen, sum greiða frá. Eisini fara ungfólkini ein túr í bygdini. Um kvøldið verður skipað fyri undirhaldi og dansispølum. Klokkan 21.00 fara vit aftur upp á gólv. Hesuferð saman við Dansifelagnum á Látrinum.
Sunnumorgunin verður tikið samanum, áðrenn vit fara heim.
 
Tey ungu, sum hava áhuga at luttaka, kunnu melda seg til á telduposti:
slairing@slaid-ring.fo ella hjá Jónleif Johannesen á tlf : 227534.




«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412