Barnadansurin hjá Vága Dansifelag verður í Beitinum mikukvøld millum klokkan 19.00 og 20.00

Vága Dansifelag er byrjað aftur

Í vetur verður bara eitt kvæði á skránni at læra. Men tað er heldur ikki hvat sum helst, tí - ivaleyst ávirkað av tí rákinum, sum byrjaði í Sjónleikarhúsinum herfyri - er gjørt av, at vit fara at hava Brynhildartátt fyri í vetur. Lagt er upp til, at vit taka 30 ørindi hvørja ferð.

Umframt verður “orðið frítt” soleiðis at skilja, at sjálvandi fer at bera til at kvøða annað eisini.

Umframt dansin sunnukvøld, byrjar barnadansurin eisini aftur í Beitinum. Dansað verður mikukvøld millum klokkan 19.00 og 20.00.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412