
Nýggjársdansur í Dali
Aftur í ár bjóðar dansifelagið Stígum Fast til almennan føroyskan dans í Dali. Dansurin verður nýggjársdag 2012 frá klokkan 18.00 til klokkan 2.00. Tað ber væl til hjá avoyggjafólki at luttaka, við tað at bussamband er til túrin av Gomlu Rætt klokkan 17.15. Eisini koyrir bussur úr Dali til túrin 22.30 úr Skopun.
Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 krónur, og tá er matur íroknaður. Tað at hava dansin so tíðliga á kvøldið var roynt fyrstu ferð í 2010 og eydnaðist tað sera væl. Fyrireikararnir vóna, at dansurin hesaferð verður eins góður og bjóða tey øllum hjartaliga vælkomnum til Dals 1. januar 2012.
Stígum Fast




