Føroyskur dansur í Sumba

08. Mai 2012 - 20:11

Rimmar føroyskur dansur í Sunnba – fríggjakvøldið, 18.05.2012. Í samband við Mentanardagar "SUNNAST Ì FØROYUM" skipar Sunnbiar Dansifelag fyri føroyskum dansi. Vinarliga Mentanardagar í Sunnba ...

les meir

Skeið, ið at yrkja brúðarvísur

19. Apr 2012 - 22:17

Brúðarvísuskeið á Háskúlanum í Tórshavn 2. juni 2012 Tiltakið er alment. Øll við áhuga fyri brúðarvísum kunnu møta. Ætlanin við skeiðnum er at tosa um og viðgera evnið og hugtakið brúðarvísur og brúðardansur og at geva teimum, ið arbeiða við brúðarvísum,...

les meir

Summarlega. fyrireiking

15. Apr 2012 - 20:10

Vit høvdu eina sera góða løtu í Skálanum leygardagin. Ungdómarnir hugdu nærri eftir tilboðunum á Sommerlejren og meldaðu seg til fleiri tiltøk. Eisini kvóðu vit nakað og dansaðu nøkur dansispøl. Tey ungu møtast aftur sunnudagin 6. mai kl. 16.00 á Effostøðini í Skálafirði. Tey eldru,...

les meir

Sommerlejren 2012

12. Apr 2012 - 20:39

Sommerlejren 2012 verður í Steikjer í sambandi við Nordlek. 12 ungdómar og 2 leiðarar fara úr Føroyum Vit koma saman nakrar ferðir undan stevnuni fyri at venja og læra hvønnannan at kenna. Fyrsta venjingin verður í Skálanum í Klaksvík nú leygardagin 14.04. kl.10.00. Statoil Færøyene,...

les meir

Grækarismessuhald í Miðvági

28. Feb 2012 - 22:33

Sunnudagin 11. mars skipar Vága Dansifelag fyri Grækarismessu haldi í Miðvági. Haldið verður við standmyndina av Mikkjali á Ryggi yvir av kirkjuni. Hans Jørgensen, skúlastjóri við Miðvágs- Sandavágs skúla, fer at halda røðu, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir. ...

les meir

Brúðarvísan á føstulávint

20. Feb 2012 - 13:13

Í Sumba var fyri tíð síðan vanligt at taka brúðarvísuna, eftir at tey høvdu talt jólini á føstulávint. Hetta var siður, sum eftir øllum at døma ikki er kendur aðrastaðni

les meir