Sommerlejren og Nordlek 2018

Kunning um Sommerlejren og Nordlek 2018               

Sláið Ring hevur skrivað feløgunum og Ung í Dansi soljóðandi bræv.

Ung í dansi til Sommerlejren og Nordlek.
Komandi summar í juli mánaða verða Nordlek og Sommerlejren hildin í Falun í Svøríki.
Sommerlejren í døgunum 7. - 9. og Nordlek 10. - 15.
Í hesum sambandi hevur nevndin í Sláið Ring gjørt av, at veita limum frá Ung í dansi, stuðul til hesa ferðina.
Vit rokna við, at tey eru við allar dagarnar frá 7. til 15.
Við tað at tað nærum er fulteknað til bussferðina til Norðlek, verður ferðin hjá teimum ungu gjørd við flogfari.
Aldursmarkið til sommerlejren er frá 18 til 25 ár. Tó kunnu tey, ið fylla 18 ár í 2018 eisini koma við.
Luttøkugjaldið hjá Ung í Dansi er sett til kr. 1.500,- fyri hvønn.
Feløgini eru vælkomin at veita stuðul til luttakarar úr egnum felagi.

Tey, sum vilja tekna seg til ferðina ella sum hava spurningar, skulu venda sær til Hildur Kruse Sørensen, tlf. 220659, t-postur: hildurks@hotmail.com
ella Ólavur Syderbø, tlf. 271724, t-postur: olavursyd91@gmail.com

Vit vóna at eini 12 - 15 tekna seg frá Ung í dansi.

Tekningarfreistin er 9. januar 2018.

Sláið Ring
Rasmus Joensen, fm





«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412