Sumbiar dansifelag 50 ár

 

Sumbiar dansifelag 50 ár........

Nú Sumbiar dansifelag fylti 50 ár, vóru dansifeløgini í Sandoynni – Leikum Fagurt og Stígum Fast – boðin í veitslu saman við skúvoyingum. Vit vóru nøkur og 50, sum fóru at hátíðarhalda dagin saman við sumbingum.  Eg havi verið limur í Stígum Fast síðani 2000, so hesaferð var eg við sum dalbingur.

Í 1960-unum og 70-unum vóru sumbingar mangan uttanlands á dansiferð. Og tað er júst á eini slíkari uttanlandsferð, at sumbingar, tá teir komu í samband við onnur norðurlendsk dansifeløg, koma at leggja spíran til Sláið Ring
– landsfelag føroyskum dansi at frama – sum er stovnað í 1978. Umboð fyri Sláið Ring vóru eisini boðin við í veitslu.

Smyril er eitt deiligt skip og veðrið at sigla leygarmorgunin var av tí besta. Kortini gekk ikki, sum ætlað hjá  fleiri av sandoyingunum, tí fleiri túrar fríggjakvøldið hjá Teistanum blivu avlýstir vegna veður. Tey mugu til Havnar fríggjakvøld, um tey skullu til suðuroyar leygarmorgun kl. 7.00.

Komin til Sumbiar, setti bussurin okkum av á Ólafløtti, har Sigrun Poulsen – formaður í Sumbiar dansifelag – tók ímóti saman við øðrum og segði okkum, hvar vit skuldu gista.

Mær dámar so væl hesar dansiferðirnar, sum eru til eina bygd, har øll skulu vera. Haldi tað vera ólíka hugnaligari enn hjá okkum her í Eysturoynni, har  gestirnir fara í ymsar ættir at gista. Vit fingu beinanvegin heilsa uppá øll hesi blíðu fólkini, sum vit kenna so væl frá føroyskum dansi. Blíðskapurin var óførur – gekk  hús úr húsi og prátaði og fekk drekkamunn.

Tá borðhaldi í samkomuhúsinum var liðugt, fóru vit til gongu niðan í gomlu dansistovuna í Skorti at dansa. Hon er frá 1913 og sostatt 103 ára gomul. Kvæðakempurnar Eli Poulsen og Bjarni Vestergaard, sum saman við Betty Poulsen og Magnusi Jensen blivu útnevnd til heiðurslimir í felagnum henda sama dag, skipaðu ymiskt, sum var forkunnugt at hoyra fyri okkum norðanfjørðs. Tey brúka heilt onnur kvæðir enn vit, og tað er gott, at øll ikki kvøða tað sama. Haldi kortini, at tað var spell, at vit ikki vóru meir uppií hjá hvørjumøðrum. Tað bleiv eitt sindur ov nógv soleiðis, at sumbingarnir dansaðu síni kvæðir og sandoyingarnir síni. Klokkan skuldi flytast aftur til vetrartíð hesa náttin, so vit fingu ein tíma eyka at dansa í.

Fleiri av okkum vitjandi hittust aftur til kirkjugongd sunnudagin. Tað hoyrir eftir mínum tykki við til eina góða dansiferð. Røddin var eitt sindur rustað aftaná eina góða, langa dansinátt, men tað ger onki. Aksel Tórgarð hevði skrivað lesturin, sum bleiv lisin, har hann hugleiddi um einkjuna í Nain. Seinasti sálmur, sum vit sungu, var “Ongum er so trygt at fara.”

Kl. 16.30 sunnudagin hittust vit aftur á Ólafløtti – hesaferð  at biðja sumbingum farvæl og takka fyri alt gott. Framvegis av besta veðri at sigla. Nøkur vóru farin norðuraftur við Smyrli fyrrapartin.

Norðskáli 2. novembur 2016,  Kathrina, Eysturoyar dansifelag.





«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412