Trettandakvølds dansur í Sjónleikarhúsinum
Tøkum Lætt skipar fyri trettandakvølds dansi í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 7. januar 2012.
Tøkum Lætt sigur í skrivi til dansifeløgini, at í fjør royndu tey at byrja almenna dansin klokkan 21.00, og tað eydnaðist so mikið væl, at tey hava gjørt av at taka tað upp aftur í ár.




