Um Sláið Ring

Nevndin:

  • Rasmus Joensen, Tøkum Lætt, formaður.
  • Anna Elisa Jacobsen, Vága Dansifelag, næstformaður.
  • Kathrina Hansen, Eysturoyar Dansifelag, kassameistari.
 
Adressan:

Sláið Ring
V/ Rasmus Joensen
á Teigi 7
100 Tórshavn
 
Teldupostadressan:

sr@sr.fo
 

Nakað frá stovnanini av Sláið Ring
 
Í fyrstu gerðabók felagsins stendur m.a. at lesa ...
Hin 8. apríl 1978, kl. 20.00, hevði Sumbiar Dansifelag bjóðað hinum dansifeløgunum í Føroyum til fundar í Havn, við tí endamáli, at stovna landsfelag fyri øll dansifeløgini í Føroyum.
 
Hin 27. mai 1978, kl. 20.00, varð stovnandi aðalfundur hildin í fyrilestrarhøll Fróðskaparsetursins. Øll tey einstøku feløgini vóru umboðað. Samtykt varð at navn felagsins skuldi vera: Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.
 
Tann 25. november 1978 kl. 20.00, helt nývalda nevndin sín fyrsta fund.
Møttir vóru:
 
Jógvan A. Johannesen
 Stígum Fast
 Dalur
 
Christoffur Joensen
 Jómsvíkingar
 Vági
 
Jákup Olsen
 Suðuroyar norðara helvt
  
Tórstein Niclasen
 Vága Dansifelag
 Miðvági
 
Janus Egholm
 Norðstreymoyar Dansifelag
  
J. Hendrik Joensen
 Sumbiar Dansifelag
  
Høgni Mohr
 Dansifelagið í Havn
   
Í dag eru limafeløgini í Sláið Ring 16 í tali. Limatalið liggur um 2.000.
 
Heimstaður felagsins er har, tann til eina og hvørja tíð sitandi formaður hevur bústað.
 
Hvør kann gerast limur í Sláið Ring.

Samb. lógum felagsins kunnu øll dansifeløg fyri føroyskum dansi heimahoyrandi í Føroyum gerast limir.
Feløg fyri føroyskum fyri føroyskum dansi uttanlendis kunnu gerast limir undir ávísum treytum.




«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412