Ung í dansi skipaðu fyri tiltaki

 

“Upp á stovugólv” í Dali 18.februar

Í 2015 bleiv felagið “Ung í dansi “, sum er felag fyri ung millum 16 og 30 ár, sett á stovn. Tey eru 17. felagið í landsfelagnum Sláið Ring. Í fleiri ár frammanundan høvdu ungdómar við áhuga fyri føroyskum dansi verið á legu ymsastaðni í Føroyum eina ferð um árið. Eisini hava tey verið á ungdómslegum uttanlands í samband við Nordlek nakrar ferðir. Síðani “Ung í dansi” var stovnað, hava vit  ótolnast eitt sindur eftir, at tey fóru at skipa fyri onkrum tiltaki, og longi er tað, ið væl skal vera. Tað, sum tey funnu uppá, var heilt nýtt í føroyskum dansi. Tey valdu at fara inn í privathús hjá fólkum, sum hava fingið kvæðamentan og dans inn við móðurmjólkini.  Væl valt – bæði bygd og fólk. Tiltakið kallaðu tey “Upp á stovugólv.” Tey, sum høvdu meldað til, blivu koyrd í tríggjar bólkar, sum so gingu millum húsini.

Tiltakið var í Dali, har Vilhelmina Larsen, og systkinabørnini  Borghild Ellefsen og Jóanes Johannesen - uppvaksin í Dali – lótu okkum koma inn í sítt heim, har tey søgdu frá hvør sínum kvæði, sum tey øll trý duga at skipa. Vit vóru 11 fólk, sum fylgdust hús úr húsi, uml. ein tíma í hvørjum.  “Á Deild” hjá Vilhelminu, sum er ættað av Trøð í Skálavík – abbadóttir kvæðakempuna Trónda á Trøð – hoyrdu vit  um “ Fuglakvæðið eldra”, sum  hevur lag og niðurlag, sum eg ongantíð havi hoyrt. Kvæðið er gamalt, so yrkjarin er ókendur. Vit kvóðu tey 28 ørindini við pappíri í hond, tí bara Vilhelmina og dóttirin Helga dugdu.

So komu vit í Stórhús til Jóanes. Á myndini situr hann og sigur frá um Stórhús – sítt barnaheim - har fólk hava búð aftur til 1741, kanska longri. Svarti komfýrurin á myndini er frá 1892 og har rúmast 9 breyð í senn. Fyrstu ferð, eg var í Stórhúsi, var í 1982 og hagar eri eg komin javnan síðani. Eri sera takksom fyri, at eg kom at kenna foreldrini hjá Jóanesi  - Leoniu og Jens Ludvík, skila- og mentafólk bæði. Vit sluppu at síggja eina bók við kvæðum, sum Jóanes sjálvur hevur skrivað við hond frá ungum av. Hann fortaldi okkum eisini, at tá Jóannes í Króki(1794-1869) gekk bygd úr bygd og skrivaði kvæðir upp, fekk hann tvey kvæðir úr Dali – bæði úr Stórhúsi. Tey vóru “Kappin Illugi” og “Drósin á Girtlandi”.

Jóanes hevði valt sær kvæðið “Eingríms synir” at fortelja um. Fyrru ferð landsdansistevnan var í Sandoynni í 1992, byrjaði dansurin við hesum kvæði, sum Jóanes sjálvur skipaði. Tað er lætt at læra, tí nógv ørindir eru, sum koma fyri í øðrum kvæðum eisini og lagið er gott. Kvæðið  er um eina fríggjaraferð, sum endar við blóðigum bardaga. Tað ber til at lurta eftir tí á heimasíðuni hjá Eysturoyar dansifelag, har Jens Ludvík - pápi Jóanes  - skipar. Jóanes og synirnir hava eisini skipað tað onkuntíð í Sjónleikarhúsinum.

Borghild er uppvaksin í Oyrargarði í Dali, men eigur saman við manninum húsini “ á Brænum”, ið eru elstu hús í Dali. Hagar blivu vit boðin inn til “Upp á stovugólv” at hoyra um kvæðið “ Stríðið í Tyrnisdal “ ella “Angankár”, sum tað eisini verður nevnt. Sjúrður Sigmundarson, sum vit kenna frá Sjúrðarkvæðunum, verður nevndur í hesum kvæði. Fleiri ørindir kenna vit aftur úr Hjalgrímskvæði. Vit kvóðu ikki sjálvi inni hjá Borghild, men sluppu ístaðin at hoyra pápa Borghild – skopuningin Jógvan í Oyrargarði – kvøða sitandi.

Tá húsagongdin var liðug, fingu vit góða fiskasuppu í Eiriksgarði, og so var almennur dansur. Stóra takk fyri tit í Dali, sum tóku so væl ímóti hesum, og stóra takk skulu tit ungu eisini hava. Tað er bara at dríva á – vit eldru skulu hjálpa, um brúk er fyri tí.

Eg vóni at “Upp á stovugólv” fer at vera eitt afturvendandi tiltak. Tað eru ikki so nógvar bygdir, har hetta ber til á sama hátt sum í Dali, tí hetta krevur eina ikki ov stóra bygd, har nøkur fólk kunnu og vilja taka ímóti gestum uppá hendan mátan. Nólsoy, Sumba og Tjørnuvík eru støð, har hetta er møguligt eftir mínum tykki. Kanska onkur onnur bygd eisini, sum eg ikki komi í tankar um. Livst so spyrst.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag.





«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412