Upp á stovugólv

 Upp á stovugólv

Eitt tiltak, sum dansifelagið Ung í dansi skipar fyri: 18 feb. 2017 

Tiltaki verður í Dali, og tað kemur at ganga nakað soleiðis fyri seg:

  1. Fólk koma til Dals, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
  2. Hesir bólkarnir fara so í hvør sítt hús, har ið ein vertur er í hvørjum húsi. Vertinir greiða so frá onkrum kvæði, sum tey hava valt og síðani verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvoðið í húsunum. Síðani ‘rotera’ bólkarnir, og tað verður uml. 1 tími í hvørjum húsi.
  3. Almennur dansur verður aftaná húsavitjanirnar


Vertir: 

Vilhelmina Larsen

Jóanes Johannesen

Borghild Ellefsen

Skráð:

kl: 16.30 - Møtt verður í Eiriksgarði - fólk verða býtt í bólkar og býtt upp í hús

kl: 17.00 - Fyrsta Runda

kl: 17.50 - lítil bitið í Eiriksgarði (smyrjibreyð)

kl: 18.10 - Runda 2 byrjar

kl: 19.00 - Runda 3 byrjar

kl: 20.00 - Húsavitjarnirnar enda og fari verður oman í Eiriksgarð til suppu

kl: 20.30 - Almennur dansur byrjar

kl. 22.00 - Bussur ferð til túrin úr Skopun kl 22.30

kl. 01.00 - Dansur endar, og bussur koyrir fólki heim  


Bussur koyrir til og úr Dali í samband við hesar túrar við bátinum:

Av Gomlurætt: 13.15

Úr Dali: 22.00 (til túrin 22.30)

Eisini ferð bussur kl 01.00 úr Dali


Prísur: 

100 kr: Alt tiltakið (húsavitjanirnar+alm.dansur)

50 kr: Almennur dansur


Gisting:

Gisting er uppá egna ábyrgd, men tit kunnu venda tykkum til Hotel Skálavík ella Visit Sandoy


Tað er avmarka pláss í húsunum, so tað eru max 90 fólk í sleppa við til húsavitjanirnar. Tí verður tilmelding við at ringja/skriva til ein av hesum: 


Róða Bødvarsdóttir - 288901 / bodvarsdottir@hotmail.com


Ólavur Syderbø - 271724 / olavursyd91@gmail.com


Timeldingarfreist er 11 februar




«2017»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412